JN

Dagmar Joensen Næs fær nú gøtu nevnda eftir sær í heimbygdini

...

2017-11-23 09:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vaga.fo: Dagmar Joensen Næs, rithøvundur fær nú gøtu nevnda eftir sær í heimbygdini Miðvági.

Talan er um gøtu í nýggju útstykkingini við Olivarsveg (Uppkallaður eftir skaldinum Olivar á Ryggi). Gøtan fær navnið ???Dagmarsgøta???. sí kort.

Dagmar Joensen-Næs (fødd 1895, deyð 1983) var føroyskur rithøvundur. Dagmar er fyrsta kvinna í Føroyum, sum hevur skrivað eina skaldsøgu, tað var skaldsøgan Rannvá. Dagmar er ættað av Ryggi í Miðvági, systir mæta skaldið Mikkjal á Ryggi. Tey vóru 9 systkin. Mamman og 4 systkin doyðu sum smá av tuberklum. 26 ára gomul giftist hon við Martin Joensen Næss, lærara, úr Skúvoy. Aftaná seks ár í Skúvoy fluttu tey til Miðvágs, har maðurin var settur fyrstilærari. Martin doyði í 1967, 80 ára gamal. Meðan tey vóru trúlovað, var Dagmar í Skúvoy og ferðaðist og var beinanvegin hugtikin av toftunum í Fagradali. Men tað var ikki fyrr enn tey vóru flutt aftur til Miðvágs, at hon skrivaði "Rannvá" í fýratiárunum. Umframt, "Rannvá" útgivin í 1971, hevur Dagmar Joensen Næs skrivað søgusavnið "Tá minnini tala" útgivin í 1980.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder