Politikkur

Dagførdu stevnumiðini hjá Tjóðveldi løgd fram

...

2014-09-15 18:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu 2 árini hava meira enn 100 fólk kring alt landið arbeitt við at orða dagførdu stevnumiðini hjá Tjóðveldi.

Tjóðveldi hevur sína upprunaligustevnu,sum ikki verður broytt. Meðanstevnumiðinieru ítøkiligi politikkurin fyri, hvussu tjóðveldisstevnan skal útinnast í dagsins samfelag.

Í arbeiðinum hevur flokkurin tikið neyvt støðið í upprunastevnuni og havt sum mál at leita aftur til røturnar. Og burtur úr tí eru nýggir kvistar sprotnir, sum byggja á røturnar og grasrøturnar í tjóðveldisrørsluni.

Talan er um tey mest umfatandi stevnumiðini hjá Tjóðveldi nakrantíð. Politikkur og visjónir eru orðað fyri alt frá fullveldispolitikki til búskaparpolitikk, vinnupolitikk, sosial-, heilsu-og vælferðarpolitikki, útbúgving, mentan og list, orku- og umhvørvi, økismenning og útoyggjar, uttanríksipolitikk, eldrapolitikk, ungdómspolitikk, javnstøðupolitikk, ítróttarpolitikk og so framvegis.

Sostatt ber til hjá øllum at kunna seg við hugsjón, sjónarmið og ætlanir floksins á øllum samfelagsøkjum.

Dagførdu stevnumiðini kunnu lesast á heimasíðu floksins.

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder