Vágs kommuna er farin undir eina miðvísa dagføring av gøtuljósunum í kommununi, har farið verður frá vanligum gøtuljósum til LED-ljós. Harumframt verða gomlu træ-lyktapelarnir skiftir við jarn pelar.
Tekniska toymið hjá kommununi hevur í summar tikið niður gamlar træ-lyktapelar og gomul gøtuljós, og sett upp nýggjar jarnpelar við LED-ljósum.
Nýggir lyktapelar eru m.a. settir upp í uttara parti av Geilini og í Toftalíð. Eisini á Kráavegi og á vegnum niðan til Eggjarnar eru nú nýggir lyktapelar við LED-ljósum. Í miðbýnum og við Gamla skúla eru eisini nýggir pelar við LED-ljósum. Oman á Oyrarnar vórðu nýggj LED-gøtuljós sett upp í fjør. Og kring býin eru fleiri aðrir gamlir pelar eisini skiftir i summar, og fleiri pelar verða skiftir nú í heyst.
Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at arbeiði við at skifta út gomlu lyktapelarnir til nýggjar jarnpelar við LED-ljósum er ein miðvísur liður í dagføring av gøtuljósunum í kommununi, har farið verður yvir til grønari orkusparandi loysnir.
Vit ynskja, at Vágs kommuna skal hava ein greiðan grønan profil og hevur kommunan eisini raðfest hetta seinastu árini. Seinastu árini hava vit skift orku-dýrar hitaloysnir til orkusparandi loysnir. Dagføringin av gøtuljósunum til LED-ljós er eisini liður í somu kós, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Harumframt arbeiða vit við fleiri spennandi verkætlanum, sum hava til endamáls at gera okkara kommunu til eina grøna kommunu, sum tekur atlit til umhvørvið og setur fokus á orkunýtslu og -sparing, sigur borgarstjórin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald