Ítróttur

D 14: Fleyr vann finaluni móti SÍ

...

2016-03-11 23:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gjørdist Dreingir 14 hjá Fleyr sum vunnu fyrstu FM-finaluna í Trongisvági í dag. Mótstøðuliðið var SÍ, sum eisini vann fyrsta settið 25-15.

Men so steðgaði upp hjá SÍ og Fleyr vann næstasettið viðnæstan somu, sum SÍ vann tað fyrsta, 25 - 16.

Tvey tey næstu settini gjørdist javnari, men Fleyr var omaná og vann 3. settið 25 - 22 og fjórða settið 25 - 21 og harvið dystin 3- 1.

Hjá SÍ var tað ein smeitur, at hetjan frá steypafinalunum Julian Vest Niclasen ikki fekk spælt við fullari styrki, og ikki fekk leikt allan dystin.

Aftast frá vinstru: Martin Olsen, Hákun Heinason, Dávið Hentze, Rógvi í Stórustovu, Jónfinnur Hansen, Niclas Samuelsen og Steingrímur Nielsen.

Fremt frá vinstru: Niclas Niclasen, Jógvan Gøthe Magnusson, Eyðfinn Færø, Boas á Lakjuni, Mattias Nolsøe Isaksen, Jónas Djurhuus og Tórður Højsted.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder