Mentan

Countryfestivalurin byrjar í dag

...

2014-06-13 16:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 17 í dag verður triði Sørvágs Country- & Blues festivalur settur av Suna Jacobsen, borgarstjóra í Sørvágs kommunu.:)

Eftir setanina eiga børnini pallin og kl. 18 verður undirvísing í line-dansi á dansigólvinum í nýggju country loungini. Hetta verður á byrjunarstøði so øll hava møguleika at verða við.

Kl 19, ímeðan aftankvirran er í Sørvágs kirkju, er ???Syngið við??? í Wild West.

Kl 20 verður fyrsta stóra tónleikaframførslan, og er tað sama orkestur sum endaði festivalin 2013, sum byrjar festivalin 2014, nemliga Tinganest, ið setur tað heila í gongd.

Tað serliga við Tinganest hesafer er, at fyri fyrstu fer í nógv ár er tað uppruna manningin í trínir á pallin, nemliga Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum og Eivin Simonsen.

Eftir hetta gongur tað slag í slag, hvønn fullan tíma byrjar nýggj framførsla, fyrst Rannvá Vesturklett, síðani Sámal Ravnsfjall, Magni Christiansen, Dick van Altena, Cor Sanne (Savannah) ??? ???Back to the country 1??? og klokkan 02 enda Four Menh fríggjadagsskránna.

Leygardagin byrja barnatiltøkini kl 14.30, men børnini nýtast ikki at keða seg og bíða líka til tá, tí á flygvarabedingini skipar Vága Ríðingafelag fyri hestaframsýning fyri børn frá klokkan 10 til 14, tey kallað tað Íslandsríðing har tey fara at vísa hvussu gonguløgini eru hjá Íslandsrossunum. Kl 14 byrjar FM kappríðingin á langbananum.

Klokkan 12 skipar rennifelagið í Vágum Frælsi, fyri country heilsurenning, byrja verður frá kirkjuni, funnið verður út til Breiðá og heimaftur (5 km), møguleiki er sjálvandi eisini fyri at ganga túrin. Tilmeldingin fer fram á staðnum.

Sum sagt, so byrja barnatiltøkini leygardagin kl 14.30, tá fara Kapteyn Gardar og Stampi at undirhalda og kl. 15.30 spælir BBIW (Best Band in the World).

??ll skráin sæst á country.fo

Atgongumerkir kunnu keypast í Løðuhandlinum frá kl. 10 til 18 og í gamla Eik banka frá kl 13 til út á náttina, armbondini verða eisini útflýggjaði á hesum báðum støðum.

Her eru nakrar myndir frá Bassadegnum og fyrireikingunum í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder