JN

Country konsert á Sýnini í Miðvági

...

2015-05-21 19:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Seinnapartin týsdagin høvdu Kristina og Alex Bærentsen konsert fyri búfólkunum á Sýnini, familjum teirra og starvsfólkunum í Heimatænastuni.

Konsertin var skipa sum kafé. Felagssangur var eisini á skránni við nógvum góðum tónleiki. Lagið var ordiliga gott og fólk hugnaðu sær óført. Onkur nýtti eisini høvi at fáa ein "sving om".

Starvsfólk á Sýnini skipaðu fyri tiltakinum.

Lions Vágar stuðlaði við peningagávu.

Vit á Sýnini eru sera takksom fyri tiltakið, og vilja fegin takka Lions Vágar, fyriskiparunum og annars øllum, sum luttóku og vóru við til at ríka løtuna.

Ein stór tøkk til Kristinu og Alex Bærentsen og teirra frálíku tónleikarar. Vit vóna at tit koma skjótt aftur.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder