Eldratiltakið, sum Sørvágs Country- & Bluesfestivalurin skipar fyri hóskvøldi 4. juni, er ógvuliga væl umtókt, tí nú er útselt.
Í fjør 2014, var tiltakið í biohøllini, tá var pláss fyri uml. 140 fólkum, og var tað tá útselt eftir stutta tíð, m.a. tí valdu festivalfyrireikarnir í ár at flyta tiltakið úr biohøllini í nýggju marghøllina í Sørvágs skúla. Har er væl betur pláss, atkomumøguleikarnir er serstakliga góðir hjá øllum at koma til og har eru allir hentleikar, ið krevjast til eitt tílíkt tiltak.
Í ár er pláss fyri gott 200 fólkum og alt er útselt.
Tað vit vita um er, at eini 50 fólk afturat hesum høvdu ynskt sær at verði við, harímillum eru búfólk á trimum ellisheimum, men tíverri er ikki møguleiki fyri tí í hesum í ár.
Skráin er hendan:
· Tiltakið byrjar klokkan 18.00. Vit fara at eta smyrjibreyð saman, te, kaffi og okkurt søtt verður eisini afturvið
· Tummas Heri Thomassen fer við harmonikuni at skipa fyri felagssanginum
· Jørgen Niclasen kemur at leiða kvøldi
· Marna Jacobsen hugleiðir um stuttligar hendingar í Vágum undir krígnum
· Jørgen og Jákup sama við øðrum, spæla nakrar sangir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald