Politikkur

COP26: Løgmaður á veðurlagsráðstevnu

...

2021-11-06 18:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður hevði eina hendingaríka ferð í Glasgow fyrr í vikuni. Fyrstu dagarnar settu heimsins leiðarar mál á veðurlagsøkinum. Tað ger landsstýrið eisini.

???Okkara mál er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent í 2030 í mun til 2010. Skulu vit røkka hesum máli, krevur tað umleið eina helvtarminking í mun til útlátið, sum tað var í 2020,??? sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Fyrrapartin mánadagin var tíðindafundur á COP26, har løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin tóku lut. Á tíðindafundinum gjørdi løgmaður greitt, at Føroyar taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara, og at landsstýrið í næstum fer at leggja sín orku- og veðurlagspolitikk fram.

Eftir eitt tiltak um eina veðurlagsneutrala skipaferðslu í 2050, skifti løgmaður orð við fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharran John Kerry, ið nú er serligur sendiharri í veðurlagsmálum hjá amerikonsku stjórnini.

Eisini Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, var á COP 26. Hetta var fyrstu ferð løgmaður hitti ES-nevndarforkvinnuna. Løgmaður vísti henni millum annað á, at landsstýrið hevur sett sær sum mál, at fáa í lag betri og tættari samband millum Føroyar og ES.

Eftir COP 26 fór løgmaður til Keypmannahavnar, har árligi fundurin í Norðurlandaráðnum var á skrá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder