Fyrstu Coca-Cola dystirnir eru leiktir í kvøld. Á Skála tók StÍF ímóti Stjørnuni, StÍF vann 22-18 eftir at støðan í hálvleikinum var 8-8.
Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleik, tó førdi StÍF 8-5 tá ið 24 minuttir vóru leiktir, men Stjørnan megnaði tó at fáa javnleik í hálvleikinum 8-8 - StÍF fekk tvær útvísingar í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki fekk StÍF 2 útvísingar og Stjørnan fekk 3 útvísingar.
StÍF: Lív Arge, Michala C. Mather, Fríðrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 5, Erla Petersen 1, Bára Berthelsen 2, Sunfríð B. Johansen, Birna Tummasardóttir 6 og Paula B. Høgnesen 3
Stjørnan: Raluka Ungureani, Jansy Jacobsen 7, Ella Petersen 2, Simona Florea 2, Edith Hansen 2, Jórun B. Nielsen, Jetta Svøðstein, Una Váðklett, Tóra Eliasen 2, Judit Hansen, Hervør Olsen, Kristina Poulsen 1 og Martha Beljis 2.
Støður:
5. min. 1-0
10. min. 2-1
15. min. 4-3
20. min. 6-4
25. min. 8-5
30. min. 8-8
35. min. 9-8
40. min. 12-11
45. min. 14-13
50. min. 16-15
55. min. 17-17
60. min. 22-18
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald