Ítróttur

Coca-Cola: ??ll liðini kunnu koma víðari hjá monnum

...

2015-01-21 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hjá monnum er spenningurin ómetaliga stórur í báðum bólkunum. Og øll liðini kunna framvegis koma víðari og einki lið er komið víðari enn.

Tríggjir dystir eru í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum í kvøld, og ein dystur verður leiktur í annaðkvøld.

Í kvøld eru hesir dystir, allir dystirnir byrja klokkan 20:00.

Kyndil ??? H71
StÍF ??? Team Klaksvík

VÍF ??? KÍF

Í annaðkvøld klokkan 19:30 tekur Neistin móti H71 2.

Bólkur 1:

VÍF gerast nr. 1 í bólkinum um teir fáa móti KÍF. Eru víðari um Neistin ikki vinnur. Og eru eisini víðari óansæð um teir tapa við minni enn 7 málum.


KÍF skal hava fleiri stig enn Neistin ella vinna við minst 7 málum í Vestmanna. Tapa teir í Vestmanna eru teir úti. Gerast nr. 1 um teir vinna í Vestmanna og Neistin ikki vinnur móti H71 2.


Neistin eru víðari um teir fáa stig og KÍF ikki fær fleiri stig enn teir. Eru eisini víðari um KÍF tapir og Neistin tapir við minni enn 7 málum hóskvøldið móti H71 2. Kunna gerast nr. 1 um teir vinna og KÍF vinnur við minni enn 16 málum.


H71 2 kann bara gerast nr. 2. Og tað krevst at vinna við minst 7 málum hóskvøldið á Neistanum samstundis sum KÍF tapir.

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF25340134
2Neistin2534762
3KÍF25057-72
4H71 224456-120

Bólkur 2:

Kyndil kann vinna bólkin um teir fáa minst 1 stig mikukvøldið móti H71. Eru eisini víðari hóast teir tapa við minni enn trimum málum. Eru eisini víðari um teir tapa og Team Klaksvík ikki vinnur.


H71 1 skal hava fleiri stig enn Team Klaksvík fyri at koma víðari. Vinna bólkin við at vinna móti Kyndli samstundis sum Team Klaksvík ikki vinnur á StÍF. Koma eisini víðari um teir tapa og StÍF vinnur við í mesta lagið 9 málum.


Team Klaksvík eru víðari um teir fáa stig og H71 ikki fær fleiri stig. Tapa teir kunna teir ikki koma víðari. Kunna ikki vinna bólkin.


StÍF skal vinna við í minsta lagið 18 málum á Team Klaksvík fyri at koma víðari, og samstundis skal H71 tapa móti Kyndli.

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil2474164
2Team Klaksvík24849-12
3H712564882
4StÍF24154-130

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder