Tað skulu í kvøld spælast tveir dystir í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum í kvøld. Teir eru millum StÍF - Neistan og Søljuna og Kyndil. Báðir dystirnir vera leiktir klokkan 18:30 í kvøld. Dysturin millum Søljuna og Kyndil verður leiktur í Havn, av tí at høllin á Giljanesi ikki er tøk.
Bólkur 1:
VB eru víðari. Tær gerast nr. 1 um Neistin ikki vinnur við 10 málum ella meira. Ella um Neistin vinnur við 9 málum og skora minst 26 mál.
Neistin eru víðari við javnleiki á Skála. Fyri at gerast nr. 1 skula tær vinna við meiri enn 26-17.
StÍF skal vinna á Neistanum fyri at koma víðari. Kunna ikki røkka fyrsta plássinum í bólkinum.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VB | 2 | 51 | 42 | 9 | 3 |
2 | Neistin | 1 | 25 | 25 | 0 | 1 |
3 | StÍF | 1 | 17 | 26 | -9 | 0 |
Bólkur 2:
VÍF hevur vunnið bólkin og møta tveyaranum úr bólki 1.
Kyndil við einum sigri á Søljuni gerast tær nr. 2. Klára seg eisini við javnleiki. Kunna enntá koma víðari við at tapa við 9 málum.
Stjørnan kann ikki koma koma víðari.
Søljan skal vinna við minst 10 málum á Kyndli fyri at koma víðari.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 3 | 90 | 47 | 43 | 6 |
2 | Kyndil | 2 | 54 | 43 | 11 | 2 |
3 | Stjørnan | 3 | 53 | 86 | -23 | 2 |
4 | Søljan | 2 | 23 | 49 | -26 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald