Ítróttur

Clayton skoraði besta máli í august

...

2014-11-19 18:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Við 33 prosentum av atkvøðunum, vann Clayton Soares kappingina um besta máli í EFFO-deildini, skorað í juli og august mánaða.

Sambært atkvøðugreiðsluni á heimasíðuni hjá FSF og við einum triðingi av atkvøðunum, skoraði framherjin í ÍF, Clayton Soares besta mál í EFFO-deildini í juli og august mánaða.

Men tað var tætt í oddinum um besta máli í juli og august. Nummar 2 gjørdist Andrew av Fløtum við 27 prosentum, meðan Sorin Anghel úr AB fekk 24 prosent av atkvøðunum. Tilsamans vóru umleið 700 atkvøður avgreiddar.

Áðrenn ársins mál 2014 skal kjósast, skal besta mál í september og oktober mánaða finnast. Og av tí at bara tvey umfør vórðu spæld í september, verður atkvøtt um besta mál í september og oktober í somu atkvøðugreiðslu, sum er her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder