Vinna

Christian í Grótinum siglir inn við makreli

...

2017-01-23 22:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur verið á makrelveiðu í ES-sjógvi, tætt suður úr føroyska markinum, kemur á Klaksvík tíðliga í morgin, har teir fara at bíða eftir landingartørni hjá Pelagos í Fuglafirði.

Christian í Grótinum hevur 1.550 tons, teir gjørdu fyrsta tovið í gjár, so tað hevur ligið væl fyri.

Vit tosaðu umborð í kvøld, tað hevur verið gott veður sunnanfyri, men í kvøld var eitt lot undan.

Í løtuni landar Høgaberg til Pelagos, Christian í Grótinum sleppir framat tá ið liðugt er at landa Høgaberg, tað verður seint mikunáttina.

Tað er ikki avgjørt um teir fara aftur á makrelin ella um teir fara á svartkjaftaveiðu komandi túr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder