2015-09-13 01:40
Christian í Grótinum siglir inn við tilsamans 1.300 tonsum, teir verða á Kollafirði kl. 4 í nátt, har teir skulu landa 500 tons av feskum makreli til Faroe Pelagic. Teir hava eisini 200 tons av slógvi, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Seint sunnukvøldið koma teir í Ánirnar við 600 tonsum av heysaðum makreli, sum verður landaður har.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, hann segði, at tað sá gott út á makrelfeltinum norðanfyri - í kvøld høvdu teir eitt fitt lot á bógvin, ættin er landsynningur einar 15m/sek.
??tlanin er at fara nýggjan túr seint mánakvøldið ella týsnáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald