Vinna

Christian í Grótinum siglir inn nærum fullfermdur

...

2015-12-13 19:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum kemur í Ánirnar um 14-tíðina í dag nærum fullfermdur av svartkjafti, teir hava góð 2.200 tons, sum teir skulu landað til Havsbrún í Fuglafirði.

Christian í Grótinum sleppir framat at landa seint mánakvøldið, tá ið liðugt er at landa Trónd í Gøtu, sum byrjaði at landa nú fyri løtu síðan.

Skipini royna tey flestu eystur úr Fugloynni, á 62N og 3,3V - har eru fleiri íslendsk og russisk skip umframt tey føroysku, nøkur skip royna siðri á.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder