Vinna

Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur

...

2015-09-21 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur, teir eru ikki liðnir at framleiða, men koma at hava 600 tons av frystum, sum er heysaður makrelur, 600 tons av feskum og 200 tons av slógvi til Havsbrún.

JN.fo tosaði við skiparan Páll Klein Rasmussen fyrr í morgun, hann segði, at enn var ikki avgjørt, hvar tann feski makrelurin skuldi landast. Páll segði eisini at støddin lá millum 400 og 430 gramm, hann visti at siga frá, at støddin russaraskipini fiskaðu í altjóða sjógvi lá um 360 gramm og í norskum øki lá støddin um 350 gramm.

Veðrið var gott norðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder