2016-01-17 21:24
Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur av svartkjafti - uml. 2.500 tons - sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Christian í Grótinum verður í Ánunum um 20-tíðina í kvøld, har teir fara at liggja til teir eiga landingartørn týskvøldið.
Teir hava hendan túrin roynt eystur ímóti markinum við Hetland.
Tað eru 13 mans við hendan túrin.
Hitt skipið hjá reiðaríðnum - Norðborg - liggur í Ánunum, har teir gera ymsar ábøtur, áðrenn farið verður á lodnuveiðu við Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald