2016-02-16 01:20
Christian í Grótinum hevur í kvøld sett kós móti Føroyum, Christian í Grótinum er fullfermdur av svartkjafti - uml. 2.500 tons.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan á Christiani í Grótinum - Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, Páll segði, at tað var góður svartkjaftur teir hava fingið hendan túrin, teir hava roynt eystur ímóti markinum við Hetland, túrurin hevur vart í 6 dagar.
Christian í Grótinum verður á Fuglafirði mitt í nátt, teir sleppa framat at landa til Havsbrún á middegi í morgin, í løtuni landar Tróndur í Gøtu, teir høvdu eisini fulla last.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald