Vinna

Christian í Grótinum siglir inn fullfermdur

...

2015-01-25 20:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum fór í nátt at sigla inn við fullum tangum av svartkjafti - uml. 2.000 tons. Christian í Grótinum hevur roynt sunnalaga í føroyskum sjógvi.

Christian í Grótinum skal landa til Havnbrún í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði um 20-tíðina í kvøld. Teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn. Tróndur í Gøtu hevur landað í Fuglafirði, men teir vórðu liðnir fyrrapartin.

Finnur Fríði er eisini á veg á Fuglafjørð, teir hava trupulleikar við trolinum, sum skal í land í Fuglafirði. Finnur Fríði hevur uml. 600 tons, sum teir eisini skulu landa til Havsbrún.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder