2017-03-21 15:23
Christian í Grótinum siglir heim fullfermdur av svartkjafti, teir verða á Fuglafirði í morgin, veiðan verður landað til Havsbrún, Christian í Grótinum hevur 2.500 tons.
Teir hava hendan túrin roynt í ES-sjógvi vestur úr Írlandi, einar 150 fj. úr landi, har hevur Norðingur eisini roynt, ímeðan hini føroysku skipini royna í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi.
Veðrið hevur verið ólagaligt, men fitt at fáa, tá ið tað hevur verið roynandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald