Vinna

Christian í Grótinum siglir heim úr ES-sjógvi

...

2016-10-31 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir makreli í landsynning úr Hetlandi, fór í morgun at sigla móti Føroyum, teir hava 1.350 tons í lastini.

Christian í Grótinum skal landa í Fuglafirði, teir koma á Fuglafjørð tíðliga í morgin, men sleppa ikki at landa fyrrenn mikumorgunin, segði skiparin Páll Klein Rasmussen, tá ið vit á JN.fo tosaðu við hann fyri løtu síðan.

Støddin á makrelinum liggur um 400 gramm.

Teir hava kvotu til ein makreltúr afturat, so tá ið liðugt er at landa, tá fara teir aftur í ES-sjógv at royna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder