2017-02-20 23:44
Christian í Grótinum siglir heim fullfermdur av svartkjafti - uml. 2.500 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún i Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði á middegi týsdagin.
Christian í Grótinum var á feltinum í eitt døgn, teir gjørdu 6 tov.
Leiðin at sigla heim er long, teir brúka 2½ døgn um heimferðina.
Christian í Grótinum hevur roynt góðar 200 fj. vestur úr suður Írlandi - á uml. 52,3N og 16,1V, har royndu eisini Næraberg, Tróndur í Gøtu, Norðingur, Ruth og Isafold umframt fleiri russisk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald