Vinna

Christian í Grótinum og Vilhelm Thorsteinsson landa til Havsbrún

...

2016-04-30 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum siglir inn av svartkjaftafeltinum fullfermdur - teir hava millum 2.500 og 2.600 tons.

Christian í Grótinum verður á Fuglafirði kl. 14 í dag, teir sleppa tó ikki framat fyrrenn seinni, tí í løtuni landar Vilhelm Thorsteinsson.

Christian í Grótinum hevur roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har eru nógv skip - tilsamans fleiri í tjúgu, harav eru 7 føroysk - Fagraberg, Jupiter, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Norðborg, Norðingur og Høgaberg - har eru eisini 7 russisk, 6 íslendsk, 1 ES og 1 grønlendskt skip.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Christian í Grótinum í morgun, teir søgdu, at tað var smáfallandi svartkjaftur, sum skipini fingu, veðrið hevði verið gott hendan túrin - tað eru 13 mans við Christian í Grótinum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder