Christian í Grótinum og Norðborg, sum samtrola sigla báðir inn fullfermdir.
Vit tosaðu við Christian í Grótinum fyri løtu síðan, teir hava 630 tons av frystum, harav 180 eru sildafløk og 450 skráskorðin makrelur, harafturat hava teir uml 225 tons av slógvi, sum verður landað til Havsbrún, fyri eini víku síðan landaðu teir eisini 225 tons av slógvi til Havsbrún, so samanlagt hava teir hendan túrin 450 tons av slógvi og 630 tons av frystum.
Christian í Grótinum verður á Fuglafirði um 16-tíðina í dag, har teir landa slógv til Havsbrún. Í morgin landa teir tað frysta í Ánunum.
Norðborg siglir eisini inn, teir hava fulla last uml. 1.300 tons. Norðborg hevur nakað í tangunum, sum verður arbeitt undan, áðrenn teir koma inn. Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð at landa mjøl og lýsi, so bunkra teir eisini á Fuglafirði, áðrenn leiðin verður løgd í Ánirnar seinnapartin leygardagin at landa tað frysta.
Christian í Grótinum og Norðborg byrjaðu túr leygardagin 29. juni, seinasta vikuskiftið var óveður, tað tók eina tíð, áðrenn makrelurin samlaði seg eftir óveðrið í vikuskiftinum.
Vinna
Christian í Grótinum og Norðborg sigla inn
...
2013-07-12 18:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald