2015-11-04 15:28
Christian í Grótinum og Jupiter, sum báðir hava roynt á leiðini millum Hetland og Orknoyggjarnar, fóru í nátt at sigla til Føroyar, báðir við makreli.
Christian í Grótinum skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir hava millum 1.200 og 1.300 tons, Christian í Grótinum verður á Fuglafirði kl. 16 í dag.
Jupiter skal landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir hava uml. 800 tons, Jupiter verður á Tvøroyri tíðliga í kvøld.
Tað var nógvur makrelur at síggja á feltinum sunnanfyri, søgdu teir á Christian í Grótinum, tá ið vit á JN.fo tosaðu við teir í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald