2016-11-30 14:47
Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð í morgun við 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Christian í Grótinum er nú liðugur við svartkjaftakvotuna í ár.
Teir hava roynt eystur úr Fugloynni, har hini føroysku skipini eisini royna, har eru nøkur íslendsk skip og eisini okkurt russiskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald