2019-01-23 23:10

Christian í Grótinum, sum hevur verið á makrelveiðu í ES-sjógvi, setti í dag kós móti Føroyum við 1.000 tonsum av makreli í tangunum, teir skulu landa veiðuna til Pelagos í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í kvøld, sagt varð, at makrelurin liggur um 400 gramm í snitt, tað er gott veður sunnanfyri, eisini verður gott veður í morgin, teir verða á Fuglafirði millum kl. 10 og 11 í morgin, og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Christian í Grótinum hevur eina makrelkvotu í ES-sjógvi uppá góð 1.500 tons, so teir eiga góð 500 tons eftir at fiska.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald