Vinna

Christian í Grótinum landar í morgin

...

2019-09-26 17:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur verið á sildaveiðu siglir inn, teir verða á Fuglafirði tíðliga í morgin, har teir skulu bunkra til komandi túr og pumpað útvið 700 tons av slógvi í tangarnar hjá Havsbrún.

Christian í Grótinum hevur útvið 700 tons av sildafløkum, sum teir landa í Ánunum seinnapartin í morgin, støddin á sildini teir fiskaðu hendan túrin lá um 390 gramm.

Teir fara nýggjan túr, tá ið liðugt er at landa í Ánunum.

Í kvøld eru Norðingur, Fagraberg og Finnur Fríði í íslendskum sjógvi, ímeðan Norðborg, Næraberg, Arctic Voyager og grønlendski trolarin Polar Amaroq fiska sild í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder