2017-08-31 15:10
Christian í Grótinum er á veg inn av makrelfeltinum, teir eru ikki liðnir at framleiða, men ætlanin er at koma á Fuglafjørð í kvøld, har teir skulu landa 150 tons av slógvi, eisini skulu teir bunkra á Fuglafirði.
Tíðliga í morgin skulu teir landa í Ánunum, teir koma at hava góð 600 tons av skráskornum makreli, sum teir frysta umborð.
Christian í Grótinum fer nýggjan túr í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald