2016-09-21 09:01
Christian í Grótinum, sum hevur roynt norðast í føroyskum sjógvi, fór í gjárkvøldið at sigla inn, teir koma á Fuglafjørð á midnátt, har teir skulu landa slógv til Havsbrún.
Tíðliga í morgin skulu teir landa tann frysta makrelin í Ánunum, teir hava 600 tons av skráskornum makreli nú teir koma inn.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan - Jóhan Isaksen - í morgun, hann segði at tað var fitt av makreli at síggja enn, nógv norsk skip fiskaðu tætt eytanfyri føroyska markið og russisk og Íslendsk skip norðanfyri í altjóða sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald