2015-10-21 03:50
Christian í Grótinum kemur undir land norðanfyri á midnátt, teir eru ikki liðnir at framleiða, men hava eini 200 tons eftir í tangunum, sum teir skulu arbeiða undan, áðrenn teir koma inn at landa fríggjamorgunin.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan - tað er stór og góð sild teir koma við, sildin verður heilfryst umborð, teir koma at hava góð 600 tons av heilfrystari sild, tá ið teir koma í Ánirnar fríggjamorgunin.
Veðrið hevur verið hampuligt norðanfyri, men sagt verður frá fitt av vindi í nátt og í morgin.
Tað er nógv sild at síggja norðanfyri, segði skiparin á Christian í Grótinum, Jóhan Isaksen.
20 mans eru við hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald