2016-09-28 08:04
Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð í morgun við 500 tonsum av skráskornum/frystum makreli og 600 tonsum av feskum í tangunum, sum teir landa í Fuglafirði.
Tað feska byrjaðu teir at landa nú kl. 9 til Pelagos. Tað frysta verður landað í morgin til Bergfrost.
Christian í Grótinum hevur gjørt ein skjótan túr, teir fóru avstað 23. september, og hava roynt á 64N og 3V.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir søgdu, at tað var heilt nógvur makrelur at síggja á leiðini har teir royndu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald