Vinna

Christian í Grótinum landaði í gjár í Fuglafirði

...

2016-11-27 12:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð fríggjakvøldið við 1.860 tonsum av svartkjafti, eftir at hava roynt í tríggjar dagar, teir hava landað til Havsbrún, og fóru nýggjan túr í gjárkvøldið.

Vit tosaðu umborð í morgun, teir royna í landnyðring úr Fugloynni, teir høvdu havt eitt tov, sum gav 300 tons, tað er fínasta veður eystanfyri.

Christian í Grótinum eigur kvotu til hendan túrin, so er liðugt fyri í ár, um ikki okkurt nýtt dukkar upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder