Vinna

Christian í Grótinum kemur fullfermdur í Ánirnar

...

2017-08-10 09:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum kemur um middagin á Fuglafjørð, teir hava fult skip - 350 tons av feskum makreli, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði í dag, eisini landa teir 300 tons av slógvi í Fuglafirði til Havsbrún.

Sunnudagin skulu teir landa í Ánunum - 180 tons av sildafløkum og 440 tons av avhøvdaðun makreli.

Vit tosaðu við stýrimannin Jóhan Isaksen, hann segði at fitt av makreli og sild var at síggja norðanfyri, teir royndu millum 64 og 65N.

Hendan túrin taldi manningin 22 mans, skipari er Bogi Rasmussen.

Jóhan Isaksen, segði at okkur smávegis viðlíkahaldsarbeiði skuldi fáast frá hondini, áðrenn teir fara nýggjan túr - helst týsdagin.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder