Vinna

Christian í Grótinum kemur fullfermdur av svartkjaftafeltinum

...

2019-04-25 12:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinnum kemur á Klaksvík seinnapartin við fullari last av svartkjafti - umleið 2.500 tons, teir fara á Klaksvík, har teir liggja til í morgin, tá fara teir á Fuglafjørð at landa veiðuna til Havsbrún.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, skiparin Bogi Rasmussen segði, at tað var nakað av svartkjafti at síggja, hann segði eisini, at har vóru nógv skip, tó heldur færri nú enn fyrr í mánaðinum - tað hevur viðrað hampuligt hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder