2019-03-03 12:01

Christian í Grótinum, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestur úr Írlanndi, kemur á Klaksvík seinnapartin fullfermdur.
Teir fara á Klaksvík, tí teir sleppa ikki framat at landa í Fuglafirði fyrrenn mikudagin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at nógv skip eru á feltinum, fiskiskapurin er skiftandi, tað hevur eisini verið ruskveður á leiðini, men Christian í Grótinum hevur havt gott veður áveg heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald