Vinna

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð við svartkjafti

...

2017-01-08 09:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, fór í nátt at sigla inn fullfermdur - 2.550 tons -, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir verða á Fuglafirði fyri middag og byrja at landa á middegi.

Hini svartkjaftaskipini - Næraberg, Jupiter, Norðborg og Fagraberg - royna øll har suðuri, eisini eru nøkur russisk skip har, Finnur Fríði er staddur longuri norðuri.

Tróndur í Gøtu er í ES-sjógvi, har teir fiska makrel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder