2016-11-07 07:25
Christian í Grótinum, sum hevur fiskað makrel í ES-sjógvi, beint suður úr Hetlandi, setti í gjár kós móti Føroyum við 1.300 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði kl. 10 í morgun.
Vit tosaðu í gjárkvøldið við skiparan á Christian í Grótinum - Páll Klein Rasmussen - Páll segði, at tá ið teir komu á fiskileið var óveður á leiðini har suðuri, men so blíðkaði, teir høvdu fínasta veður í gjárkvøldið og roknaði hann við, at veðrið bleiv gott allan vegin heim.
Tróndur í Gøtu kom á fiskileið har suðuri í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald