Vinna

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð við 2.600 tonsum

...

2015-03-21 18:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi, siglir heim fullfermdur - uml. 2.600 tons av svartkjafti.

JN.fo tosaði við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, Páll segði, at tað var nógvur svartkjaftur at síggja vestur úr Írlandi, men enn var tað smátt, sum teir hava fingið, hann segði, at tá ið svartkjafturin kemur longur norður, tá plagdar støddin eisini at verða betri.

Veðrið var vánaligt fyrst á túrinum, men nú høvdu teir havt fínasta veður, veðrið er eisini gott á leiðini vestur úr Hebridinum, har teir eru staddir í løtuni.

Christian í Grótinum skal landa til Havsbrún í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði sunnukvøldið.

Tá ið liðugt er at landa, tá verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder