2015-11-09 01:12
Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt við 1.300 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir sleppa tó ikki framat at landa fyrrenn á middegi týsdagin.
Christian í Grótinum hevur roynt í ES-sjógvi eystur úr Hetlandi.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað var fitt av makreli at síggja, støddin teir fingu, lá um 380 - 390 gramm.
Christian í Grótinum hevur nú fiskað makrelkvotuna, teir fara tí á svartkjaft, tá ið teir fara nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald