Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð í nátt nærum fullfermdur av svartkjafti, teir hava 2.400 tons, harav helmingurin er stórur svartkjaftur.
Christian í Grótinum hevur roynt viða um sunnanfyri, teir byrjaðu túrin 31. januar. Tað eru 12 mans við Christian í Grótinum.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir siga, at fragast kemur burturúr um náttina, tað hevur viðrað hampuligt hendan túrin, tó hava teir havt ein bakkdag.
Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð kl. 1 í nátt, teir landa til Havsbrún, teir sleppa framat beinanvegin teir koma inn.
Íslendska skipið Venus setti kós móti Íslandi í dag, teir hava fulla last av svartkjafti.
Fleiri íslendsk skip er á svartkjaftafeltinum sunnnanfyri, eisini er okkurt russiskt og so tey føroysku skipini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald