2016-08-25 19:54
Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð í kvøld, har teir skulu landa slógv og bunkra.
Kl. 6 í morgin skulu teir landa í Ánunum, teir hava 130 tons av sildafløkum og skráskornari sild, sum er fryst og so hava teir 410 tons av skráskornum makreli, sum eisini er fryst.
Christian í Grótinum hevur verið úti í 16 dagar, Skiparin Páll Klein segði í kvøld, at hann helt, at tað sá heldur fragari út nú.
Tá ið liðugt er at landa í morgin, tá fer Christian í Grótinum í dokkina á Skála, har ymist viðlíkahaldsarbeiði skal gerast, áðrenn teir fara nýggjan túr - tað verður helst sunnikvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald