2016-05-27 22:00
Christian í Grótinum er í kvøld farin at sigla inn fullfermdur av svartkjafti, Christian í Grótinum hevur 2.500 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði kl. 6 leygarmorgunin.
Tað plagar at taka eitt døgn at landa, so teir fara helst nýggjan túr tíðliga sunnumorgunin
Christian í Grótinum hevur roynt uml. 61,3N og 3,45V.
Skipari hendan túrin er Jóhan Isaksen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald