2015-10-04 15:30
Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð nú kl. 11, har teir skulu landa 200 tons av slógvi til Havsbrún. Kl. 4 í dag koma teir í Ánirnar, har teir skulu landa tann frysta makrelin, sum er heysaður, teir hava 600 tons av frystum.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan. Tað hevur verið skiftandi veður á feltinum norðanfyri, teir hava havt onkrar bakk-dagar hendan túrin, men nógvur makrelur var at síggja í føroyskum sjógvu, tá ið teir fóru at sigla inn.
Christian í Grótinum fer nýggjan túr mánakvøldið.
Í fjør fiskaðu skipini makrel í føroyskum sjógvi til umleið hálvan oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald