2019-03-20 14:29

Skipini - Christian í Grótinum, Høgaberg og Jupiter - sigla øll heim av svartkjaftafeltinum, teir hava roynt í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, øll trý skipini eru komin norður um Rokkin.
Tey skulu øll landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Fleiri íslendsk skip eru eisini áveg til Íslands.
Tað hava verið nógv skip vestur úr Írlandi, bæði í ES-sjógvi og í altjóða sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald