Vinna

Christian í Grótinum fer til Íslands fullfermdur av svartkjafti

...

2016-03-07 20:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi er ávegis til Íslands við fullari last - 2.500 tons, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði, teir verða í Fáskrúðsfirði um middagin í morgin. Frá Lodnuvinnsluni í Fáskrúðsfirði fáa teir Fkr: 2,17 fyri kilo.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyrr í kvøld, Páll Klein Rasmussen skipari segði, at tað var sera góður svartkjaftur teir fingu eystur ímóti markinum við Hetland.

Í kvøld eru 4 føroysk skip á svartkjaftafeltinum, har Christian í Grótinum royndi - tey eru: Høgaberg, Fagraberg, Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder