Vinna

Christian í Grótinum fær kr. 875.000 meira fyri lastina við at landa í Íslandi

....

2016-02-25 16:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Christian í Grótinum siglir til Íslands við 2.500 tonsum av svartkjafti. 

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen í morgun, Páll segði, at tað var góður svartkjaftur teir hava fingið, teir royndu eystur ímóti markinum við Hetland, teir byrjaðu túrin 18 februar og høvdu fult 23. februar. Vit spurdu hví teir fóru til Íslands at landa og ikki landaðu til Havsbrún, Páll segði, at teir fingu kr. 2,10 fyri kg. í Íslandi og bert kr. 1,75 kg frá Havsbrún, tað gevur sostatt kr. 875.000,- meira at landa 2.500 tons í Íslandi, heldur enn í Føroyum.

Páll segði eisini, at veðrið var gott, teir roknaðu við av verða á Fáskrúðsfirði tíðliga seinnapartin, har teir landa til Lodnuvinnsluna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder