2016-04-23 10:28
Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, kom tíðliga í morgun á Fuglafjørð við fullari last av svartkjafti.
Klokkan 09 í morgun byrjaði Havsbrún at landa tey 2.400 tonsini, sum Christian í Grótinum hevur umborð. Av Havsbrún verður sagt, at tað tekur umleið eitt døgn at landa Christian í Grótinum, so í morgunárini kann Christian í Grótinum fara aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald