2016-04-07 13:11
Christian í Grótinum er ávegis til Íslands við 2.550 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa á Eskifirði á Eysturlandinum.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Páll Klein Rasmussen fyri løtu síðan, Páll segði, at teir høvdu fiskað 2.050 tons í ES-sjógvi vestur úr Hebridunum, og 500 tons høvdu teir fiskað í føroyskum sjógvi, hann segði, at støddin í ES-sjógvi var heldur betri enn á tí teir fiskaðu í føroyskum sjógvi.
Christian í Grótinum verður á Eskifirði tíðliga í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald