2017-08-23 16:25
Christian í Grótinum verður á Fuglafirði nú klokkan 18, teir skulu landa bæði frystan og feskan makrel í Fuglafirði.
Christian í Grótinum hevur 1000 tons tilsamans av makreli, sum er fiskaður norðast í føroyskum sjógvi. 400 tons er feskur makrelur ið verður landaður til Pelagos, og 600 tons er skráskorin frystur makrelur ið verður landaður til Bergfrost í Fuglafirði. Tá ið liðugt er at landa verður fari nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald